Fleirstyrkjaðar linsur


Á um leið 40-50 ára aldri hava tey flestu brúk fyri linsum við fleiri styrkjum (multifokalar), so sjónin er klár, bæði tá eyguni fokusera upp á lutir langt burturi eins og nær. Vilt tú sleppa undan at halda skil á lesibrillum, taka tær av og so á aftur, so kunnu fleirstyrkjaðar linsur vera ein sera góð loysn til tín.

Klárt sýni við allar fjarstøður


Fleirstyrkjaðar linsur geva tær eina klára sjón við allar fjarstøður, tí innbygd í tær eru øki til vanligt sýni og somuleiðis til lesing, á sama hátt sum við fleirstyrkjaðum brillugløsum. Her sleppur tú bara undan, av tí at linsurnar fylgja rørslunum í eygunum, at hella høvdið, tá tú hyggur í tína telefon ella lesur eina avís. Hjá Skilling fært tú fleirstyrkjaðar linsur sum eindags-, 14-dags-, mánaðar- og samdøgurslinsur. 

Hvat er fleirstyrkjaðar linsur?


 

Hevur tú trupult við at lesa í ringum ljósi? Ella mást tú halda lutum longri burtur, enn tú plagar, fyri at kunna lesa, hvat stendur á teimum? So er sannlíkt, at tú vegna aldur ert blivin meir langsýntur (eisini kallað ellisjón, presbyopia), og so kanst tú møguliga gera tær gagn av fleirstyrkjaðum linsum.

Tørvurin á fleiri styrkjum økist við aldrinum
Ellisjón kemur við aldrinum, og flest okkara hava avbjóðingar við sjónini, tá vit verða 40+ ára gomul. Við aldrinum vikna evnini hjá eygunum at síggja lutir nær við, meðan evnini at síggja langt burtur ikki neyðturviliga vikna eins nógv. Har kemur tí ein tørvur at kunna rætta sjónina alt eftir, hvussu langt burtur ein skal hyggja, og tí kunnu fleirstyrkjaðar brillur og linsur gerast neyðugar, um ein vil síggja klárt við ymsar frástøður.

Hvussu virka fleirstyrkjaðar linsur?
Fleirstyrkjaðar linsur kunnu samanberast við brillugløs við glíðandi yvirgangi, har brillugløsini hava eitt lesiøki niðast á glasinum, eitt øki til miðalfjarstøðu í miðjuni og eitt øki ovast til tær longstu fjarstøðurnar. Sum brillur eru bygdar, er tí neyðugt at hella høvdið, skal ein skifta millum at síggja nær og fjar, soleiðis at eyguni síggja ígjøgnum røttu økini í brillunum. Í fleirstyrkjaðum linsum eru økini harafturímóti ringar, og so fylgir styrkin eygnarørslunum. Fleirstyrkjaðar linsur kunnu tí kennast frígerandi fyri fólk, sum eru von við brillur, tá tað ikki er neyðugt at venda høvdinum fyri at fylgja eygnarørslunum og harvið síggja klárt.

Ein onnur loysn til tann virkna
Brúkar tú vanliga lesibrillur, so kunnu fleirstyrkjaðar linsur vera júst tann rætta loysnin til tín. Við teimum noyðist tú ikki altíð at hava lesibrillurnar við tær, og tú noyðist ikki at taka brillurnar av og so á aftur, um tú skalt skifta millum at síggja klárt við ymsar fjarstøður. Ert tú somuleiðis virkin til arbeiðis ella bara í gerandisdegnum, so kunnu fleirstyrkjaðar linsur eisini vera góðar í staðin fyri brillur við glíðandi yvirgangi. Á tann hátt kanst frítt røra teg og virka uttan at hugsa um døggandi brillugløs, sum kunnu brotna.

Vit samstarva við fremstu linsuveitararnar á marknaðinum, m.a. Alcon, Bausch & Lomb og CooperVision. Felags fyri allar fleirstyrkjaðu linsurnar er, at tær botna í nýggjari tøkni, sum ger, at eyguni ikki torna, so eyguni kennast frísk allan dagin.