Um okkum, Skilling
Familjufyritøkan Skilling byrjaði 1. februar 1923 í Bringsnagøtu í Havn, tá Andreas A. Arge, nevndur Skilling, sum 26 ára gamal yvirtók handilin eftir pápabeiggjan Eliesar Arge, ursmið, í Klokkarastovu.
Frammanundan hevði Skilling verið í læru hjá pápabeiggjanum, sum í Danmark hevði lært til urmakara og optikara, og tá pápabeiggin doyði í 1921, hevur ligið væl fyri hjá Skilling at taka við handlinum og verkstaðnum eitt sindur yvir eitt ár seinni.
Sambært kundabók var fyrsti kundin hjá Skilling Johannes Vang úr Kvívík, sum fyrsta upplatingardagin keypti frá fyritøkuni, ið umframt at selja og umvæla m.a. ur, klokkur, stell og brillugløs eisini hevði eftirlit ið skipstólum. Áðrenn skip sluppu til fiskiskap, skuldu eitt nú kumpass, kronometur og sekstantar eftirhyggjast og góðkennast hjá ursmiði.
Fyritøkan hjá Skilling helt til ymsastaðni í býnum, eitt nú í Niels Finsens gøtu og Sjúrðargøtu, og undir krígnum búði Skilling við familju eitt bil í Húsavík, haðani konan var.
Hvaðani navnið Skilling stavar, er ógreitt, men fólk kallaðu handilin hetta á mannamunni, hóast hann alment æt Andreas A. Arge. Tað var ikki, fyrr enn fyritøkan flutti úr Sjúrðargøtu oman á Áarvegin, í niðastu hædd í Hotel Hafnia, í 1951, at Skilling sjálvur fór at brúka hetta heitið.