Vøru útbering og Aftursendingarrættur 

Keypur tú tína vøru áðrenn kl. 10 mánadag – fríggjadag, fært tú vøruna sama dag*. Keypir tú eftir kl. 10, fært tú vøruna dagin eftir*. Keypir tú úr Suðuroy verður vøran send eftir ferðaætlan, men kemur vøran seinasta lagið dagin eftir*. Annars verður borið út dagin eftir* á hesum oyggjum: Skúvoy, Hestur, Mykines, Fugloy og Svínoy.

Kostnaðurin er 49,- DKK fyri hvørja útbering.

*So leingi vøran er á lagrinum. Summar vørur eru bíleggingarvørur, og tískil skal upp til 14 dagar leggjast avtrat vøru útberingina. Eru ivamál um nær tú móttekur vøruna, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum áðrenn tú bíleggur. 

 

Er feilur við vøruni?

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost til kundatænastuna. Tú kanst eisini fara framvið Skilling og býta vøruna um ella fáa peningin aftur innan 14 dagar.