ZEISS AdaptiveSun

– Klókar sólbrillur


Við ZEISS AdaptiveSun fært tú sóbrillur, sum eru gjørdar, so at farvumettleikin í glasinum av sær sjálvum lagar seg til, hvussu ljóst tað er. Gløsini geva eygunum góða verju móti UV-stráling og minkar um endurspeglingina frá sólini. Hetta merkir, at tú bæði kanst brúka sólbrillurnar, tá tað er skýggj, ella tað er sól, har tú hevur brúk fyri meir verju móti ljósinum.

ZEISS AdaptiveSun brúka einans 18-35 sekund um at tillaga seg, tá veðurviðurskiftini broytast. AdaptiveSun megna at skifta litin í langa tíð, sum annars kann vera ein avbjóðing fyri farvuskiftandi glas. 

Fyrimunir við AdaptiveSun


Gløsini laga seg eftir teimum ymisku ljósviðurskiftunum
Tú sleppur undan at taka sólbrillurnar av alla tíðina
Munagóð verja móti UV-stráling er í øllum brillugløsunum
Gløsini minka um endurspegling frá ljósi uttan mun til, hvussu ljóst tað er
Tú velur sjálv/ur litin á gløsunum, so tey hóska til tín stíl

Fullgóð UV-verja


Eyguni hjá tær útsetast alla tíðina fyri skaðiligu UV-strálunum frá sólini – eisini dagar, sólin ikki sær. Við AdaptiveSun-sólbrillugløsum frá ZEISS, er eyguni væl vard móti UV-strálum. Sólbrillugløsini veita nevniliga fullgóða UV-verju, so sólstrálurnar ikki koma í eyguni.

Sólbrillur við AdaptiveSun-sólbrillugløsum frá ZEISS noyðast tískil ikki bara at vera partur av tínum klædnastíli, men verja tær eisini eyguni alt árið.

ZEISS AdaptiveSun farvur


ZEISS AdaptiveSun fáast í fýra ymiskum litum – bæði sum heilfarvaðar og við farvu við líðandi skifti. Gløsini verða virkin av sær sjálvum og verja móti miðalsterkari til sterka ljósstyrki. Tá gløsini verða útsett fyri UV-stráling, virkjast mýlini í gløsunum, so at farvumettleikin broytist. Gløsini fara frá myrkum í ringum ljósi til enn myrkari í sterkari ljósi.

Tú velur sjálv/ur, um sólgløsini frá AdaptiveSun skulu vera brún, grá, grøn ella blá, ella um liturin skal skiftast líðandi ella vera einslittur. Liturin skal eyðvitað valdast av, hvat tær dámar og tørvar, tí liturin skal samsvara við teg og tín stíl. Tó er eisini umráðandi at taka við í líkningina, hvat brillurnar skulu brúkast til, tá gløs í ymiskum litum hava ymiskar eginleikar. Brillugløs í grønum, brúnum og gráum leggja dent á kontrastir, meðan blátt ger tað umventa og er tí kanska ikki best, um ein fæst nógv við uttandura ítriv so sum at fiska og at koyra bil, har tað kann vera av týdningi at skyna millum kontrastir.

Er AdaptiveSun nakað fyri teg?


AdaptiveSun er fyri teg, sum ofta reikar og flytur teg millum skiftandi ljósviðurskifti gjøgnum dagin. Um tú flytur teg millum hús og urtagarð ella úr handli til handils at keypa, so fer farvuskiftandi glasið frá AdaptiveSun altíð at vera tær nyttugt, so tú sleppur undan at taka sólbrillurnar av alla tíðina.

Einar sólbrillur við AdaptiveSun-sólglasi eru tann rætta loysnin til tín, sum vil hava einar billur og sólbrillur í sama stelli ella er ljósviðkvæmur/-viðkvom. Kom innar í Skilling, og hoyr meira um AdaptiveSun – vit vegleiða fegin við, um farvuskiftandi brilluglas er tann rætta loysnin fyri teg og tíni eygu.