Tíni eygu eins persónlig og tíni fingramerki

Tá tú hevur brúk fyri brillum, er av týdningi at máta sjónina sera neyvt, og tí nýtir optikarin ein ZEISS Visufit at máta við. Við teimum mátunum umframt einari gjøllari sjónarkanning bjóða vit tær eina heilt persónliga loysn við brillugløsum frá ZEISS av hægstu góðsku.

Bóka tíð hjá okkum

Hvørji brillugløs eru best?


Har er einki eintýtt svar upp á, hvørji brillugløs er best, tí eygu okkara eru líka persónlig og ymisk sum okkara fingramerki, og tískil er besta brilluglasið til grannan ikki neyðturviliga tað best til tín eisini. Bestu brillugløsini til tín valdast um tíni eygu, tín lívsstíl, hvussu nógvar pengar tú vilt brúka, og hvat tú væntar av gløsunum. Øll hesi viðurskifti leggur optikarin upp fyri, tá tú fært tína gjøllu sjónarkanning í Skilling, so tú fært ta bestu loysnina til tín og tíni eygu.