Brillustellið er ramman um ta fullkomnu sjónina


Tá tú keypir brillur, hevur glasið størstan týdning fyri sjónina, men tó hevur stellið stóran týdning fyri tína útsjónd, og hvussu tú hevur tað í brillunum. Vit geva okkum tí ómak fyri at finna eitt stell, sum klæðir tær og hóskar til tín persón. Hjá Skilling hava vit stórt úrval av smørtum saman við klassiskum brillustellum frá dugnaligum brillusniðgevum og teimum stóru mótahúsunum.

Brillustel úr acetati


Acetat er natúrligt evni gjørt úr endurnýtiligum tilfari so sum bummull og pappíri og er gott til fólk við ovurviðkvæmi.

Acetat kann framleiðast í alskyns litum og er tí væl egnað til at framleiða brillur í livandi litum og við ymsum mynstrum. Eisini vigar acetat lítið, og tí ber til at evna stellið akkurát, sum ein vil, og kann brillustellið vera púra blankt ella sandblásast, so tað fær ein káman dám.

Brillustel úr stáli


Brillur úr stáli eru sera væl umtóktar, tí tær sum heild eru lættari og skilja seg minni burturúr, og av tí sama eru fleiri møguleikar at laga tær til enn brillur úr acetati.

Stendur á stellinum, at brillurnar eru nikkulfríar, so merkir hetta bara, at lag er lagt á brillurnar, men at nikkul er innanfyri. Hevur tú tí ovurviðkvæmi fyri nikkuli, eigur tú tí altíð at velja loysnina við acetat- ella titaniumstelli.

Brillustel úr træsniði


Eitt brillustell úr træi gevur eitt serligt snið, og ymiskt burðardygt tilfar ger tað eisini gjørligt at framleiða umhvørvisvinarlig brillustell, sum at síggja til kundu verið úr træi og eru løtt at hava á.

Umframt hava lítla, neiliga ávirkan á umhvørvið, so kunnu tær heldur ikki elva til ovurviðkvæmi.

Brillustel úr titanium


Titanium-brillustell eru bæði sterkari enn stál, og so eru tær eisini tær einastu brillurnar úr metalli, sum eru 100% nikkulfríar og harvið elva ikki til ovurviðkvæmi. Harafturat er titanium lættari enn stál og kann sum annað metall endurnýtast. Beta-titanium gevur seg meira og er lættari enn vanligt titanium, sum kann gera, at brillurnar kennast betri at hava á.

Hesar brillur úr beta-titanium kunnu bæði polerast heilt blankar ella sandblásast og fáa ein káman dám.

Brillustellið er týdningarmikið, tá tú keypir nýggjar brillur, tí hetta bæði skapar eina rammu um eyguni og stendur sum mótsetningur til andlitið. Vit hava brillustell við ymsum sniðum og úr ymsum tilfari, og okkara dugnaligu optikarar hjálpa tær fegnir at finna tað rætta brillustellið.