Sov við náttlinsum og síggj klárt um dagin


Við náttlinsum kanst tú sova títt nærsýni burtur, so tú hevur eina klára sjón, tá tú vaknar, uttan at hava tørv á brillum, linsum ella nakrari lasaraviðgerð. Náttlinsur eru viðmæltar børnum og ungum, av tí at tær kunnu forða fyri, at nærsýntnið versnar.

Soleiðis virka náttlinsur

Tú setur náttlinsurnar í, tá tú fert í song, og so forma tær hornhinnuna um, soleiðis at tú næsta dagin sært klárt.

Longu eftir fyrstu nátt merkir tú mun, og eftir 3-12 dagar virka tær til fulnar. Ávirkanin av linsunum heldur í í minsta lagi 16 tímar, og í mun til eina læknaviðgerð er eingin varandi broyting ella vági.

Gevst tú at brúka náttlinsur, gongur ikki long tíð, og so eru bæði hornhinnan og sjónin sum áðrenn.

Samband