Sólbrilluglas frá Zeiss


Tá tú keypir sólbrillur, er týdningarmikið, at tær umframt at vera smartar eisini geva tær eina spegilsklára sjón og dygga verju móti geislunum frá sólini. Hetta fært tú við ZEISS-sólbrillugløsum, sum tú finnur hjá okkum, sjálvsagt bæði við og uttan styrki

Verj eyguni hjá barninum


Børn eru sera viðbrekin fyri geisling frá sólini. Tá vit eru fylt 20 ár, hava vit longu verið út sett fyri helvtini av  UV-strálunum í eyguni av tí, sum vit fara at hava verið útsett fyri sum 60 ára gomul. Tískil er sera týdningarmikið at verja eyguni hjá børnum móti UV-geisling, av tí at børn ofta eru uttandura í fleiri tímar í sólarljósi.

Sólbrillur sum laga seg til ljósið

– ZEISS AdaptiveSun


Við ZEISS AdaptiveSun fært tú einar sólbrillur, sum eru gjørdar, so at tær sjálvar laga seg til, hvussu ljóst tað er. Gløsini veita tær góða verju frá UV-strálum og minka um endurspegling frá ljósi. Hetta ger, at tær eru góðar, bæði tá ádrigið er, og ljósið ikki er so sterk, og tá nógv sól er, tá tørvurin á UV-verju er størri.

Les meira um AdaptiveSun

ZEISS-sólbrilluglas til býarlívið


Okkara sólbrillugløs, bólkaðar undir Urban, eru stílreinar, modernaðar og litríkar og eru sera hóskandi til tín, sum fer eftir seinasta móta. Gløsini veita tær 100% dygga verju móti UVA- og UVB-stráling, og so fært tú gløsini í nógvum litum og kanst velja, hvussu endurspeglandi gløsini skulu vera.

Velur tú einar brillur við litskiftandi glasi frá ZEISS, sleppur tú undan at skifta brillur, av tí at hesi gløsini verða skjótt myrkari uttandura og klárari av sær sjálvum, tá tú fert inn. Tú fært einar brillur til gerandisdagin, um tað so er til arbeiðis, uttandura ella á matstovu.

Sólbrilluglas við styrki


Um tú brúkar brillur vanliga, so ber næstan ikki til at vera fyri uttan einar sólbrillur við styrki á sólríkum døgum. Fyri tey flestu er best at velja sama slagið av brilluglasi til sólbrillurnar, sum tú brúkar vanliga.

Brúkar tú einkultstyrki í tínum gerandisbrillum, eigur tú at hugsa um at fáa tær tað í tínar sólbrillur eisini, so tú sært klárt, tá sólin sær. Plagar tú at hava brilluglas við fleirstyrki, er best at velja sólbrilluglas við líðandi umskifti. Við fleirstyrki sært tú allar fjarstøður væl, hóast tú hevur brúk fyri ymiskari styrki, tá tú skiftir millum at hyggja eftir onkrum nær við ella langt burturi – t.d. tá tú koyrir bil. Vit menna hesi gløs á bestan hátt út frá andlitsskapi, lívsstíli og sjónarvanum, so tú sært allar fjarstøður væl.

Meira um einkult- og fleirstyrki

Soleiðis ansar tú eftir tínum sólbrillum

 

Tá tú hevur fingið nýggjar sólbrillur, er týdningarmikið at ansa væl eftir teimum, so tú fært longt um livitíðina og ta nyttu, tú fært burtur úr teimum. Nógv hava til vana at reinsa sólbrillugløsini í ermuni, tá tey eru úti, men hetta økir um vandin fyri, at skøvur koma á glasið, og eigur tú tí altíð at reinsa gløsini við fiburklúti ætlaðum brilluglasi. Fært tú skøvur á glasið, kunnu hesar ikki pussast av aftur, og tí eigur ein altíð at brúka ein fiburklút.

Hugsar tú um, hvar tú leggur sólbrillurnar? Um ikki, eigur tú at hugsa um hetta framyvir. Nógvir bilførarar lata brillurnar liggja eftir við forrútin í bilinum, men hetta hava hvørki billuglas ella stell gagn av. Tú eigur aldrin at lata brillurnar liggja í ov høgum hita so sum við ein bilrút – so tak altíð tínar nýggju sólbrillur við tær, tá tú fert úr bilinum, og legg tær eitt svalligt stað. Gerst klókari um, hvussu tú best ansar eftir tínum sóbrillum her.