At keypa linsur, sólbrillur ella tilhoyr hevur ongantíð áður verið so lætt. Vit vilja tí her greiða frá tíni rættindi, tá keypt verður á netinum.
GJALDING & GJALDOYRU
Allar prísir á heimasíðuni eru við MVG, og Skilling selur bert í Føroyum. Bíleggingar kunnu avheintast í handlinum, ella sendar við Posta.
Vit taka í móti gjaldingum frá flestu vælumtóktu credit og debit kortum. Hesi eru viðgjørd á netinum umvegis tryggu Quickpay tænastuna. Prísirnir eru vístir í donsku krónuni. Sum partur av okkara raðfesting av tryggleikanum hjá kundum okkara, hava vit rættindi at seta okkum í samband við tygum um neyðugt er á tí, fyri at góðkenna tínar upplýsingar.
- Allar vørur á heimasíðuni, eru ikki neyvtúrviliga á lagri hjá okkum, og bíleggingar verða viðgjørdar av okkara starvsfólkið fyrst. Um tín bílegging av onkrari orsøk ikki kann fullgerðast, fært tú eini boð við telduposti ella telefon. Vit kunnu eisini geva tær boð um, at tín bílegging bert verður seinkað (Her er serliga talan um bíleggingarvørur).
- Tú kann strika bíleggingina áðrenn hon verður send avstað til tín. Tá er tað neyðugt at seta seg í samband við okkum á telefon ella í handlinum. Við striking av eini bílegging eftir at hon er farin avstað við Posta, kann kundin sjálvur hava ábyrgd fyri fraktkostnaðum.
- Tín gjalding (terminal upphædd av ordran) verður fyrst trukkin, tá vit hava váttað, at vit hava vøruna á lagri, og síðani góðkent og sent bíleggingina avstað til tín. Um onnur avtala er gjørd frammanundan, sum til dømis, at tú heintar vøruna í handlinum, so verður upphæddin trukkin tá vøran stendur klár at avheinta í handlinum.
- Tú hevur 14 dagar rættindi at angra keypið, eftir tygum hava móttikið vøruna. Ynskir tú, sum hevur keypt vøruna, at angra keypið, skal tú senda bíleggingina aftur í sínum upprunaliga óbrúkta standi, eins og í brúktum standi, fyri at fáa fult endurgjald. Tú hevur sjálv/ur ábyrgd fyri fraktkostnaðum.
- Umbýtan innan 14 dagar
- Útsøla vøra, linsur, vætu vøra ella útgingin vøra kunnu hava aðra rættindi. Vinaliga set í samband við okkum fyri at kannað tín umbýtingarrætt, til serligar vørur.
- Kundin hevur 2 ára garanti og reklamatiónsrætt fyri sína bílegging, skuldi tað hent seg, at tað var ein trupulleiki við vørunum.
- Allir prísirnir á heimasíðuni hava 25% MVG íroknað.
- Sp/f Skilling Optik (v: 582298) hevur upphavsrættindi til hesa heimasíðuna alla sum hon er.
FORCE MAJEURE.
Vit hava onga skyldu í feili at føra okkara skyldur í hesum sáttmála vegna umstøður sum vit ikki hava tamarhald á, og sum vit ikki eru orsøkin til.
AFTURBERING AV VØRU
Afturberingar av vøru skulu verða okkum í hendi áðrenn 14 dagar frá tí degi, at tú fekk vøruna. Vit taka ikki í móti afturberingum av vørum eftir hetta tíðarskeiðið er av.
Um vøran verður afturborin, og tú ynskir at fáa pengarnar aftur í reiðum peningi, kann tað taka upp til 14 dagar áðrenn tú fært pengarnar aftur. Um tað er okkurt galið við tíni vøru, ráða vit tær til, at venda tær til okkum innanfyri teir fyrstu 24 tímarnar tú fekk vøruna.
Sáttmálin
Við bílegging á skilling.fo viðurkennur og góðtekur tú at:
Tú ert eldri enn 18 ár og/ella ert lógliga førur fyri at fara undir ein sáttmála.
“Takk fyri handli tykkara á okkara nethandli.”
~ Heidi A. Poulsen